Helena Dam á Neystabø setir stevnu

Stóra dansitiltakið í ítróttarhøllini í Runavík byrjar beint eftir midnátt leygarkvøldið, og tá fara Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen við tónleikarum at spæla til dans

Eystanstevna

 

Eystanstevnan verður sett leygarkvøldið klokkan 20, og í ár verður tað

tað landsstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø, sum fer at seta

stevnuna.

Leygardagin og leygarkvøldið verður nógv á skránni.

Klokkan 22-23.30 verður tiltakið Syngið við á

bryggjuni, og klokkan 22 fer Nes sóknar Musikkfelag at spæla á

stevnuøkinum.

Midnáttarsamkoma verður á stevnuøkinum klokkan 23, har Kórið

hjá Jóhan fer at syngja, og útvarpsmaðurin, Gunnar Nolsøe, fer at halda røðu. Aftaná verður felagssangur og fýrverk.

Stóra dansitiltakið í ítróttarhøllini byrjar klokkan 00.30, og tá fara vælumtóktu Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen við tónleikabólki at syngja og spæla.