Helena Dam á Neystabø: Onki skeivt gjørt

Málið um stabilisatorarnar á Smyrli er avreitt eftir bókini, sigur hon Helena Dam á Neystasbø stúrir neyvan fyri, at Landsstýrismálanevndin skal finna nakað tnygjandi fyri hana.

Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, hevur Johan Dahl, løgtingsmaður, klagð hana fyri landsstýrismálanevndini fyri gongdina í málinum um stabilisatorarnar á Smyrli

Helena Dam á Neystabø sigur, at hetta málið er viðgjørt so nágreiniliga og væl sum nakað mál kann vera tað og púra eftir bókini.

Men tað er onkur, sum hevur sovið í tímanum, ella sum slett ikki er møttur til tíma yvirhøvur og tað fer hon ikki at taka avleiðingarnar av.

- Tað er rætt, at vit longu í mei vistu, at tað helst fór at vera neyðugt at gera stabilisatorarnar, sigur hon.

Men alt hetta greiddi hon fíggjarnevndini frá væl og virðiliga í sambandi við fíggjarlógina.

- Men tá vistu vit ikki, um vit fingu pláss í dokk í ár og vit vistu heldur ikki nágreiniliga, hvussu nógv tað fór at kosta og tí var vónleyst at seta pening av á fíggjarlógina.

Hon sigur, at tí var avtalan í fíggjarnevndini, at so skjótt, sum málið varð lýst út í æsir, skuldi landsstýrið venda aftur til fíggjarnevndina við eini umsókn um bráfeingisjáttan.

Tí er tað heilt burturvið at siga, at málið ikki er handfarið eftir bókini, sigur hon.