Helena Dam á Neystabø farin úr Sjálvstýrisflokkinum

Helena Dam á Neystabø hevur í dag meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum. Hon stillar ikki upp til komandi løgtingsval fyri flokkin og verður ikki stillari. Hon stuðlar tó samgonguni og hennara politikki á sama hátt sum higartil, har hon heldur tað vera skilagott.

 

? Soleiðis sum gongdin í Sjálvstýrisflokkinum hevur verið seinastu tíðina, og soleiðis sum støðan er vorðin, havi eg - eftir drúgva umhugsan - avgjørt at taka mer úr flokkinum, sigur Helena Dam á Neystabø í brævi til Suðurstreyyar Sjálvstýrisfelag.

Víðari sigur Helena Dam á Neystabø, at hon metir tað vera rætt, at álitisfólkini í flokkinum nú fáa hvøi og ikki minst frið til at skipa seg og flokkin soleiðis, sum tey halda gagnar flokkinum best, uttan at hon skal vera partur í hesum.

? Henda avgerð ber sjálvsagt við sær, at eg ikki kann stilla upp fyri flokkin og heldur ikki vera stillari fyri flokkin til komandi løgtingsval. Eg ætli mær kortini at verða verandi løgtingslimur til løgtingsvalið, men tó ikki sum limur í tingbólki Sjálvstýrisfloksins, sigur hon.

Í løgtinginum fer Helena Dam á Neystabø eftir bestu sannføring at virka fyri teimum sjónarmiðum, sum flokkurin hevur staðið fyri.

?? Eisini fari eg framvegis at stuðla samgonguni og hennara politikki á sama hátt sum higartil, har eg haldi tað vera skilagott, sigur Helena Dam á Neystabø.

At enda í brævinum takkar Helena Dam á Neystabø hjartaliga Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag fyri gott samstarv hesi árini, hon hevur umboðað flokkin í løgtingi og landsstýri.

Helena Dam á Neystabø var fyrstu ferð vald á ting við valið 17. november 1990, og hevur hon umboðað Sjálvstýrsiflokkin á tingi síðani, vald í Suðurstreymoy