Við tað at eg sjálvur gekk í einum trúarskúla í aldrinum seks til trettan ár—og eisini eini trúarvøggustovu og trúarbarnagarði, og trúarkóri, verið á útferðum organiseraðar av trúgvandi, ungdómsmøtum organiserað av trúgvandi, í trúardisko fyri unglingar og gingið til trúarhondbólt, nei, skemt til viks, men verið í ungdómshúsi organiserað av trúgvandi—haldi eg hatta mótagrundaða bangilsið fyri hesum stovnum vera heilt hugtakandi.
Onki fær hesar kommunuskúlalærdu verðsligu fundamentalistar at flippa út ímóti religión eins nógv og ein skúli, hvørs lærarir tosa við børnini um Gud.
Men “tagnartyranniska elitan” hevur tørv á at slappa av, tí at tann veruliga hemmeligheitin um trúarskúlar er, at teir oftari framleiða intellektuellar skeptikarar enn mentalir trælir. Hóast hetta tekur samtykkjandi samrøðumentanin dik á seg, og fleiri og fleiri halda, at trúarskúlar eru at meta við ókunnustovnar, produsentar av heilarænandi unglingum, ið fara at hata homoseksuell og kvala stakar mammur.
Fleiri vesturlendingar hava ringt við at góðtaka, at øll menniskju eru javnlík hóast allar mentanir og religiónir ikki eru tað. Ein teirra er Eyðun Nolsøe. “Eg vil bara fegin koma inn á skúlan hjá Kelduni at læra børnini um trúðarfrælsi (sic)”, sigur lærarin og sangskrivarin, tó mest kendur sum forsangari í tónleikabólkinum Frændur, og syrgir við hesum fyri, at MESS-lesarin fær nøktað sín mánaðarliga tørv at rista við høvdinum eftir hvussu hin helmingurin livir.
Við MESS sigur Eyðun Nolsøe, at hann er skeptiskur um, at Keldan opnar sín egna skúla, og kundi tí hugsað sær at hingið út við næmingunum ein fyrrapart ella tveir at fortalt teimum, hvussu alt hongur saman. Skúlin takkaði nei, men tilboðið stendur við, helst ár eftir ár eftir ár eftir ár.
Eyðun er skilliga skuffaður, “hetta kundi verið mítt innput til skúlan”. Eg loyvi mær at ivast, um næmingarnir í bíbilska frískúlanum nú verða so nógv fátækari av ikki at fáa Eyðunsa “innputt”.
Men hví er sangskrivarin so úrveljandi í sínum iva? Jú, ”bíbilskir” frískúlar hava lyndi til at fortelja heldur nógvar røvarasøgur, eitt nú hasa har um Jónas og hvalin, har eitt monstur av einum súgdjóri ætlandi svølgir Jónas, og ropar hann útaftur ein mánað seinni, frískur og ferðugur.
Men hesir privatskúlar eru tó kendir fyri at hava eitt sterkt og dissiplinerandi etos, har fakligheitin er alt-trumfandi. Altso, at teirra fremsti setningur er at læra kundan at lesa, skriva og rokna, og tað væl og virðiliga. Alt hitt, nakað so pillbýtt sum at fáa lærarar at vera foreldur og pedagogar, og látast at vera kreppukonsulentar fyri børnunum umframt at læra tey um alheimsupphiting, jólamenn og trøll, er flødaskúm!
Hin skúlin, hvaðani Bogi Hansen syndandi koyrir frá hvønn morgun til Havnar, upplýsir til dømis slettis ikki, hvat hann “trýr” uppá. Ókey, hissini amatør-psykologi um hvussu tey ætla at læra børnini, men mestsum onki um, hvat tey skulu læra tey. Stingur ónøgd seg upp í og um introverta sektarskúlan, tá er tað aldri hann, men altíð næmingurin, ið hevur skyldina so at varðveita “andlitið” úteftir. Kommunistisk eyðkennisbrøgd, pure and simple.
Opinberiliga lærir leiðsluhappandi sektarskúlin síni ávirkiligu offur at syngja og tralla, væl stoypt í einum fornnationalistiskum og maoistiskum formi kryddað við træklemmandi økofasismu. So hví ikki vísa sína skepsis her, Eyðun Nolsøe?
Eg hugsi, tað er tí, at sjálvt um bæði rákið og hjørtuni eru til høgru, ger ein nýligur undirstreymur av bíbliu-bashing seg galdandi millum miðalklók mentanarfólk og handa herðataskuberandi sosialdemokratiska MESS-ungdómin, øll partur av eini óliberalari liberalismu, sum barasta ikki fatar frælsi.
Nei, eins og veðurlagsbroytingar-diskursurin ikki snýr seg um okkara óbroytta veðurlag, men umvegis trygd, heilsu, bankasjusk og vanlukkuprofeti at fáa internationale á breddan aftur, og 266b ikki snýr seg um at verja samkynd, men heldur eitt álop á hasi, hvørs bókstavatrúgv er naiv og óreformerað, snýr hetta treyðugt seg so nógv um Eyðun Nolsøesa filantropisku stúran fyri stavnum inni í Skálafjørðinum, men eitt politiskt statement ætlað teimum, hann vil hava, skulu elska hann, at gera júst hetta. Ja, og so ein nemmur og bíligur máti hjá Uttanumtos at koma fram fyri almennaeygum aftur, sjálvandi, nú tá ið hetta ikki longur lukkast við tónleikinum.
Ætlaða fordømingin hjá hesum ráðaleysa yrkjara, onkuntíð lærara, heldur á. “Tað einasta heimasíðan hjá Kelduni sigur, er at hon er ein karismatisk samkoma. Men um skúlan stendur onki.” Kanska, men á heimasíðuni hjá Lívdini stendur væl eiheldur nakað um Eysturskúlan! So, hevði tað ikki verið ein idé at kanna heimasíðuna hjá sjálvum skúlanum. Retoriskur spurningur.
Líkamikið, á henni, sum er væl meiri upplýsandi enn tann hjá so nógvum “verðsligum” skúlum, stendur, at skúlin fylgir lesiætlanini fyri fólkaskúlan, og meddar ímóti at framleiða borgarar, ið fara at vera “ein signing fyri familju og samfelagið”. Persónliga dugi eg ikki síggja problemið í hesi ætlan, sum eisini fer at “geva rúm fyri grundliggjandi lívsspurningum”.
Tað eru í minsta lagi tríggir trupulleikar við ítróttargreinini “trúarskúlar heilavaska móttakilig børn: og vit hata teir”. Fyrst av øllum er tað hatta fornermandi hugskotið, at børnini verða heilavaskað. Eru hesir kulturrelativistisku kloddar við sínum ultrareyða økotripparíi og agnostiska bullshitti veruliga so trongskygdir, at teir ongantíð hava møtt onkrum, sum hevur gingið í einum jødiskum, muslimskum ella kristnum skúla? Tað kunnu teir ikki. Tí høvdu teir tað, tá vistu teir, at hugskotið, at børn frá trúarskúlum enda við einum deiggjheila, er totalt láturligt.
Tak mín skúla (sum nú tíverri er blivin kommunaliseraður). Ein kleystur-grundaður skúli mitt í høvuðsborgini, umsitin av fransiskanarasystrunum, ið sóu tað sum sína skyldu at buka—til tíðir bókstavliga—lærdóm inn í høvdið á okkum. Tað var rættiliga beint-á, reint religiøst. Vit skuldu møta til morgunsang, eingin bøn, fyri síðani at biðja, síðani syngja, síðani niðan aftur í flokkin og bíða, inntil lærarin bað okkum sessast. Harumframt lósu vit í bíbliuni, tulkaðu sálmar og samlaðu inn til svartar nýføðingar. Vit høvdu enntá eitt kapell. (Eg sigi kapell. Tað var meiri eitt glorifiserað skúr.)
Men vóru vit nøkur páva-óttandi havnarbørn? Haldi ikki! Skúlabíbliurnar vóru á tremur við Jesus úr Nasaret karikeraður í einum kittili við einum nóg so stórum skapningi; og omanfyri Paulus og Jákup vóru orðaboblur, ið søgdu “vit eru bøssar”.
Hasi, ið finnast at trúarskúlum, gloyma, at, jú, 10-, 11-, 12-, 13- og 14-ára gomul eru óroynd og málleys, men tað er eiheldur so, at tey trúgva øllum tí, tey fáa at vita. Tey menna ein ivandi eginleika, ið hjá trettan ára gomlum piltum sæst aftur inni á vesinum sum ein kvalafull klaga: “hvat meinar tú við, eg ikki kann onanera?!”, men sum kortini talar til ein innara iva um “stórslignar sannleikar”. Tá ið ein tannáringur fær at vita, at alt frá kropsligum njótilsi til barnatrætur og at vilja verða super-ríkur, er slíkt, tú endar í helviti fyri, dagar hann instinktivt eina mótsøgn millum hvat hann hevur hug til, og hvat verður væntað av honum. Hetta førir oftani til, ikki heilavask, men ein óstýriligan hug at “spenna móti broddinum”. Tað er altso ein myta, at trúarskúlar eru fabrikkir, ið framleiða treytaleyst gudsóttandi letingar.
Um nakað, tá hava produktini av trúarskúlum eina natúrliga skepsis ímóti andaligum vitloysingum. Helst er tað so, eftir at í eitt árarað hava svølgt, umhugsað og vrakað “Hann”, at trúarskúling styrkir okkara bullshit-immunskipan. Eitt ótal av trúarskúlaðum fólki, eg veit um, eru í dag antin ateistar ella fráfallin kristin.
Samtíðis er tað alt vanligari, at tað eru tær tendenskæru vatnmelónirnar, fínafylgið hjá Sølvará og kompaní, og sum royna at gera sína meining til almannameining, sum seinni í lívinum nærum fepurmerkt klemma New Ageismu, undirhalds-buddismu og eina umhvørvismu, ið saman við Onnu Faroesa innantómu samkomu prædikar um verðsins enda. Suckers. Vitonnur høvdu verið ígjøgnum alt hatta har við at “finna” Gud og missa hann aftur áðrenn vit høvdu drukkið okkara fyrstu øl.
Næsti trupulleikin við mótanum at banka trúarskúlar til deyðis, er at tað er ekstremt óliberalt. Hugskotið, ført fram av tagnartyrannisku elituni, at børn í trúarskúlum verða “kensluliga misbrúkt”, er eitt álop á foreldranna rætt at uppala børnini eftir teirra grundsjónarmiðum.
“Trúðarfrælsi er jú ein grundlógartryggjaður rættur hjá hvørjum einstakum ... !”, fortelur hr. Nolsøe sínum mikrofonhaldandi MESS-kammerati. Eyðun-Eyðun! Nettupp av hesum trúarfrælsi hava foreldrini allan rætt at velja ein skúla, tey halda, lenar seg tættast uppat tí, tey halda vera moralskt rætt fyri børnini. Foreldrini eru ikki nakrir vatnskallar, og hava faktiskt evstu ábyrgd og umsiting av unglingunum. Av hesum kunnu vit ikki annað enn gruna, at foreldrini vita best.
Eginliga er tað háarrogant at halda øðrvísi, harra leiðari; og so leingi sum børnini enda sum lóglýdnir borgarir, ið ikki koma við beinleiðis hóttanum ella kropsliga gera seg inn á onnur, er hetta yvirhøvur ikki ein trupulleiki, og rakar tí ikki teg ella Sølvará. Hetta er eitt Orwellianskt brúk av frælsishugtakinum, tá ið tað er eitt álop á rættin hjá vaksnum fólki sjálvi at gera av, hvønn tey koma koman við, og hvussu tey gera tað. Tí er tað terira avgerð, ja, okkara—míni børn ganga í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn!—og ikki tann hjá eliterum meiningsmyndarum, hvat fyri skúlaskipan, vit halda vera rættast fyri okkara børn.
Og, fyri tað triðja, og fyri at svara Eyðun Nolsøesa roytandi spurningi um hvat í víðu verð verður lært í trúarskúlum, er tað í royndum so, at teir í alt størri mun læra nógv av tí sama skilaleysa vellingi sum “normalir” skúlar. Frískúlin við Hoyvíkstjørn, til dømis, lærir væl minni um hatta ant-sex, pro-Gud svassið, og væl meiri um hvussu menniskjað er ein fanans búrhundur fyri at hava spilt umhvørvið, at multikulturalisma rular, at boðskapurin frá Holokaust er “ikki happa Rana!”, at tú ikki mást eta kips og drekka blekk, og so víðari og so víðari.
Skjótt fer Frískúlin Keldan at vinna prís fyri at vera super-grønur, av tí at tey plaseraðu eitt sólpanel á takið og fingu næmingarnar at seta epl niður og endurnýta sín lort.
So tað kann ikki koma óvart á nakran, at ikki ein hin einasti av hesum djørvu krígsmonnum ímóti trúarskúlum hevur eitt orð at siga um, at onnur børn verða “inndoktrinerað” av nøkrum ótolandi feikum felagsnormum, ikki so nógv stýrdir av prinsippiellum virðum ella virðing fyri menniskjanum, men aleina hvussu tað einstaka samfelagið og eliteri felagsskapurin uppfatar verðina, beint her, beint nú, og hvat tú kanst loyva tær at siga, og hvat tú ikki kanst loyva tær at siga.
Eg hopi bara, at hasi trúarfríu børnini ein dagin gera tað við teirra endurnýtslu-íløt, sum eg gjørdi við Frans av Assisi.









