Heldur spegilin upp fyri fólki

Rithøvundurin er á síðulinjuni og eygleiðir lívið

Rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs er í ár í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bøkurnar Karmageitin og Gentukamarið.

 

Sosialurin hevur hitt Marjuna til eitt prát um skapanarhug og -hegni og yrkið sum rithøvundur. 

 

– Fyri meg er leikluturin sum rithøvundur altíð uttanveltaður. Rithøvundurin er á síðulinjuni og eygleiðir lívið. Heldur spegilin upp fyri fólki og speglar tað, sum fer fram. Letur rithøvundurin seg blinda av tí, sum fer fram, sær hann ikki leikin og seg sjálvan við klárum eygum, sigur hon við Sosialin um vikuskiftið.

 

Eygleiðandi leikluturin er ikki Marjuni fremmandur. Hon leitar aftur í minnini. Aftur til barndómin.

 

– Eg var tann stilla og eygleiðandi gentan, sum stóð á síðulinjuni og eygleiddi, hvussu fólk samskiftu sínamillum. Í dag kann eg framvegis undrast á, hví menniskju hava so ilt við at samskifta og skilja hvønn annan, hví samskifti fostrar so nógvar misskiljingar. Tað er bæði hugvekjandi og ræðandi, sigur hon og ásannar, at eygleiðingarnar mangan eru brenni og íblástur til verk hennara. 

 

Meðan tankarnir reika, ber hon á minni um tíðina, tá ið hon sum smágenta vaks upp í einum sterkum átrúnaðarligum umhvørvi í Havnini.

 

– Kristindómurin fylti nógv, og tað varð lisið nógv úr Bíbliuni. Men eg hevði ilt við geva meg yvir til søgurnar og boðskapin og frásøgnina um eitt himmalskt ríkið. Eg var meira upptikin av hesum heimi, og hvussu fólkini, ið boðaðu andaliga boðskapin, tosaðu sínámillum og fóru við hvørjum øðrum. Hvussu tey livdu hesi føgru og gyltu orðini um fyrigeving, samkenslu og hjálpsemi. Spennið millum søgdu orðini og gerningar í verki hava altíð hugtikið meg, og sum barn kundi eg ofta undrast á ta stóru gjógv millum rík og fátøk, millum heimligu vælferðina og kríggj, hungur og hall úti í heimi, sigur Marjun og heldur, at nógv av tí, sum fer fram í andaliga umhvørvinum byggir á sosialar konstruktiónir. Eitt uppbýtið, sum ger greiðan skilnað og mun millum tey, sum eru innanfyri og hini uttanfyri, men sum ikki hevur hald í veruleikanum og avdúkar seg sjálvt.

 

Longri samrøða við Marjuna Syderbø Kjelnæs kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.