Seinnapartin í dag staðfesti enska fótbóltssambandið, at Sam Allardyce verður nýggjur landsliðsvenjari hjá Onglandi. Enskir miðlar skriva, at Sam Allardyce fer at fáa eina ársløn, sum svarar til 31 miljónir krónur í okkara peningi.
- Eg eri ógvuliga stoltur av at hava fingið starvið, sum enskur landsliðsvenjari. Serliga tí tað hevur ikki verið nakar loynidómur, at hetta er arbeiðið, sum eg altíð havi ynskt mær. Fyri mær er hetta tað besta arbeiðið ein kann fáa í enskum fótbólti. Eg fari at gera alt tað, sum stendur í mínari makt fyri, at okkara land og fjeppararnir skulu fáa tað framgongd, sum tey hava uppiborið. Framum alt skulu vit syrgja fyri, at øll kring alt landið verða nøgd, sigur Sam Allardyce í samrøðu við heimasíðuna hjá enska fótbóltssambandinum, FA.
Forsetin í FA, Martin Glenn slær fast, at tey í FA hava valt tann rætta mannin. Í FA vænti tey, at Sam Allardyce kann framala ein góðan liðanda. Tað er nakað, sum Sam Allardyce hevur verið kendur fyri. Í FA meta tey eisini, at Sam Allardyce dugir at taka til sín nýmótans arbeiðshættir, sum venjari.
Enska fótbóltslegendan, og núverandi fótbóltstíðindamaðurin hjá BBC, Gary Lineker heldur, at FA hevur valt tann rætta mannin til starvið: - Allar stórar fótbóltstjóðir hava ein venjara, sum er frá tí landinum. Eg haldi tað er tað rætta fyri Ongland eisini. Tí haldi eg, at Sam Allardyce er tað rætta valið, sigur Gary Lineker við enska blaðið "The Telegraph".
Sam Allardyce var eisini kandidatur til starvið í 2006, men tá var tað Steve McClaren, sum fekk starvið.