Heldur orginalur, enn eintak

Bygdarráðsformaðurin heldur, at vit eiga at geva okkum far um lívsvirðini, heldur enn at spilla tíðina við høpisleysum klandri um kommunumørk og kloakkrennur. Hevði Jógvan Mørkøre, ið ofta tosar við seg sjálvan, sloppið at liva umaftur, hevði hann roynt at veri meira saman við sínum nærmastu

Jógvan Mørkøre sigur seg hava fingið mangar undir vangan millum ár og dag. Hesar lúsingar sigur hann seg hava fingið, tí hann altíð hevur staðið fremstur í hópinum.

Men, Jógvan Mørkøre í Hósvík, er ikki bara ein mælskur bygdarráðsformaður, ið blandar seg uppí, hvørjaferð okkurt er.

? Eg átti kanska at fari at spáka við konuni á stevnuni, men eg haldi, fólk høvdu hildið tað veri løgið, var eg ikki uppií onkrum arbeiði stevnudagarnar. Hetta er tað, ið hevur eyðkent lív mítt; at eg havi brúkt nógva tíð uppá at renna fyri onnur, meðan eg eftir míni hugsan, í ov stóran mun havi forsømt míni egnu, sigur hann.


Størri orku í børnini

? Eitt lítið barn spælir sær í túninum, men áðrenn tú veitst av, er hetta sama barnið ein vaksin maður, ella kona. Hetta geva vit okkum ov lítið far um. Menniskju liggja í ævigum kríggi og klandri um kommunumørk, kloakkrennur og aðrar smálutir, og tað er burturvið, nú vit síggja, hvussu stutta tíð vit hava á fold.

Hann heldur, at hevði hann sloppið at liva umaftur, hevði hann lagt størri orku í, at verið saman við teimum trimum børnunum, ið nú eru vaksin?

Tað hevur altíð verið ferð á Jógvani, men nú er hann farin at royna at seta ferðina niður. Hóast hann á ongum sinni ætlar sær at tosa fólk upp í lag, kundi hann hugsa sær, at tað var eitt sindur lættari at vera erligur; at hann kundi verið eitt sindur fittari at síggja til.


Tvíbeint illveður

Fyri nøkrum árum síðani, gekk Jógvan á kvøldskúla í sálarfrøði.

? Eg vildi vita, hvussu mannasinnið er uppbygt, og hví eg sjálvur eri, sum eg eri. Eg lærdi, at atburður menniskja altíð er treytaður av ávísum umstøðum. Hjá mongum hevur lívið kanska ikki verið so lætt, og eg haldi, at ein eigur at hava hetta í huga í samveruni við hesi menniskju, sigur hann, og ivast ikki í, at sálarfrøðiliga vitanin kemur sær til góðar í dag.

Summir hósvíkingar halda, at Jógvan onkuntíð sær nakað illbrýntur út. Ja, onkur sigur, at hann líkist einum tvíbeintum illveðri. Sannleikan sigur Jógvan vera, at hesar dagar gongur hann í djúpum tonkum, aloftast um lívsins viðurskifti. Frá Jógvani, hava hósvíkingar fingið at vita, at sær hann illur út, men onki sigur, so er onki galið.

? Tað segðist um skyldmann mín í Hvalvík, Hanus á Heygnum, at hann helt politiskar røður, meðan hann í einingi sat undir kúnni og mjólkaði. Sjálvur kann eg, meðan eg koyri í bili, lata hugin fara á flog, og so knappliga sita og hava fyrilestur fyri mær sjálvum, avdúkar Jógvan, ið heldur vil vera orginalur, enn bara eitt eintak?