Heldur ongin miðlastuðul hesaferð

Tríggjar ferðir er peningur settur av til miðlastuðul, men enn er ikki eydnast at gera eina lóg at gjalda peningin út eftir - málið varð beint í mentunnarnevndina

Løgtingið hevur í kvøld havt 1.viðgerð av einumn uppskoti hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at veita føroysku privatu miðlunum stuðul uppá tilsamans tvær milljónir krónur.

 

Tingfólk høvdu mong vøkur orð undir viðgerðina, men samanumtikið funnust tey so nógv at uppskotinum, at tey ikki vildu víkja frá tíðarfreistini og samtykkja uppskotið.

 

Miðlastuðul hevur mangan verið uppá tal fyrr, men politiska skipanin í Føroyum ynskir  ikki at veita stuðul til miðlar - annað enn almenna Kringvarpið.

 

Í øllum hinum norðanlondunum hevur miðlastuðul verið grundarlagið undir miðlunum og hetta hevur gjørt seg uppaftur meira galdandi hesi seinnu árini, tá ið tað vísir seg, at tað er torført hjá bløðum at varðveita haldarar og øðrum miðlum lesarar.

 

Fleiri tingfólk mæltu til, at viðgera málið eftir vanligu tingskipanini og so heldur lata eina eykajáttan uppá tvær milljónir krónur næsta ár afturat teimum, sum eru avsettar á fíggjarlógini fyri 2017

 

Málið um miðlastuðul var beint í mentunnarnevndina.