Hvat hevur tú at siga um árið 2013?
- Politiskt hevur árið 2013 verið nakað serligt við tað, at fyri fyrstu ferð í søguni varð Tórshavnar býráð skipað við einum meiriluta og ongum minniluta, og meti eg, at hetta hevur riggað væl. Ja, hetta hevur verið eitt spennandi og virkið ár, har nógvar ætlanir eru framdar.
Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?
- Eg haldi nýggjár saman við familjuni. Seinnapartin verður fyrst farið í føðingardag hjá beiggja mínum, Erhardi, og umleið klokkan 18 eta vit ein góðan bita og hugna okkum, áðrenn farið verður út um at brenna bál á Glaðsheyggi klokkan 22. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum fer fram beint uttan fyri, har vit búgva. Í ár heldur Bjørn á Heygum røðu, og Uni Arge spælir og syngur, eisini verður felagssangur. Vónandi heldur veðrið sær, so nógv fólk koma, og vit aftur í ár fáa eina hugnaliga løta um nýggjársbáli. Ja, nakað av fýrverki verður altíð keypt til abbabørnini.
Gevur tú nýggjárslyfti?
- Ja, eg havi lovað mær sjálvum at halda fram við at renna og soleiðis at halda meg í form.
Hevur tú nakað nýggjársynski?
- Nýggjársynski mítt skal vera, at tað má gangast Tórshavnar kommunu og borgarum tess væl eins og øllum føroyingum.
Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?
- Eg veit, at nógvar avbjóðingar liggja fyri framman, men útlitini skuldu verið góð fyri 2014. Standa vit saman sum kommunur og land, røkka vit á mál. At enda vil eg ynskja øllum føroyingum - úti sum heima - eitt gott og av Harranum signað nýggjár við tøkk fyri tað gamla, sigur Heðin Mortensen.