Heldur minni munur í USA

Munurin millum tey bæði forsetavalevnini í USA er tódnaður eitt sindur tað seinasta samdøgrið. Tað vísir í hvussu er ein meiningakanning, sum Ipsos hevur gjørt fyri Reuters.

Í kanningini siga 47 prosent av teimum spurdu, at tey ætla sær at atkvøða fyri Barack Obama. 42 prosent siga, at Mitt Romney fær teirra atkvøðu. Í einari tilsvarandi kanning í gjár fekk Obama 49 prosent og Romney 42.

Julia Clark hjá kanningarstovninum Ipsos sigur við Reuters, at kanningin elvir neyvan til nakra stórvegis stúran hjá Obama og hansara valfólki.

-Hinvegin staðfestir hetta, at valið verður rættiliga javnt, soleiðis sum vit altíð hava sagt, sigur hon.