Heldur keðiligur deyðsmálmur

21. jul 2006, 16:52

Ílatnir svartar hettutroyggir og allir uttan sangarin í gassmaskir, spældu tónleikararnir í Stillbirth eina í støðum heldur óinnblásta konsert, ið tyktist dekan ov langdrigin.

 
Stillbirth er ivaleyst ein fínur bólkur, og tónleikurin, ið onkur helt minna um Dimmu Borgir, er eitt slag av ferð-, rusk- og deyðsmálmi við eini ferili av symfoniskum ísletti. Løgini vóru sum heild rættiliga góð. Tó keddist eg skjótt av framførsluni.
Bólkurin, ið legði fyri sum eitt ódnarveður við nógvari orku, misti spakuliga orkuna, soleiðis at framførslan eftir nøkur løg tyktist óinnblást og í longdini keðilig. Tað var ikki fyrr enn bólkurin fekk at vita, at tíðin var um at vera uppi, og lagið Dawn Of War kom á skránna, at neistin aftur tendraðist, og bólkurin rokkaði væl og harðliga. Nýggja orkan sást eisini aftur millum áskoðararnar, sum knappiliga vóru ordiliga við.
Bólkurin vildi illa av aftur pallinum, og spældi hóast Árni Gregersen hevði takkað teimum fyri konsertina, eitt eykalag. Hetta var tó eitt vónbrot og gjørdi endan eins líkasælan, sum størsti parturin av konsertini hevði verið.