Heldur heimastýrislógina

- Tað hevði verið betri fyri Føroyar at halda fast við yvirtøkur eftir heimastýrislógini, enn at fáa eina líknandi skipan, ið grønlendingar eftir ætlan fáa sett í gildi, sigur Halgir W. Poulsen, advokatur

Tað vildi ikki verið tað skilabesta hjá føroyingum í sjálvstýrishøpi at fáa eina lóg meinlíkari lovforslag nr. 126 samtykta. Tað heldur royndi sakførarin Halgir W. Poulsen.
Lógaruppskotið nr. 126 snýr seg um fólkarættaligar avtalur hjá Grønlandi og ikki fyri Føroyar, men tað er torført at ímynda sær ymiskar treytir fyri Grønland og Føroyar.
Halgir W. Poulsen hevur verið virkin í ymsum millumtjóða viðuskiftum. Millum annað var hann við í arbeiðinum at fáa Føroyum atlimaskap í altjóða sjófelagsskapinum hjá ST, IMO.
Lítið nýtt
Vit hava fingið Halgir W. Poulsen at lesa lógaruppskotið og viðmerkingarnar. Men tað er ikki tann mest hugnaligi lesnaðurin, hann hevur havt í hondum.
? Eg haldi ikki, at tað er nakað nýtt ella serliga spennandi við hasari lógini. Hon er eisini ógvuliga torskild, og eg dugi ikki at síggja, hvat endamál ella hvørja nýskapan hendan lógin hevur, sigur Halgir W. Poulsen.
Tað er greiða fatanin hjá roynda sakføraranum, at tað er ógvuliga lítið hjá føroyingum at heinta í einari tílíkari lóg.
Hann knýtir ikki hetta saman við spurninginum um tulkanina av grundlógini.
? Tað verður trupult at semjast um, hvussu grundlógin skal tulkast. Teir tulka sum teir gera, og vit tulka upp á okkara máta, sigur Halgir W. Poulsen.
Hann heldur ikki, at hendan lógin hevði gjørt nakran mun í sambandi við arbeiðið at fáa Føroyum atlimaskap í IMO.
? Í tílíkum førum snýr tað seg um at seta seg væl inn í samtyktir hjá tí einstaka felagsskapinum. Loyvir hann bert fullveldum limaskapum, so kunnu vit gera alt tað, vit vilja, men vit fáa ikki limaskap fyrr enn, vit hava fingið fullveldi. Í IMO er støðan ein onnur, og tað
Betri sum er
Meðan nógvir føroyingar ikki eru serliga glaðir fyri útlitini, at ein líknandi lóg skal samtykjast fyri Føroyar, so hevur í øllum førum grønlendska Landstingið góðtikið lógina við stórum meiriluta. Fólkatingsmaðurin Kuupik Kleist heldur eisini, at lógin sum meginregla er eitt framstig fyri Grønland.
Men Halgir W. Poulsen metir heldur, at tann verandi lóggáva vil roynast betri enn ein møgulig líknandi lóg sum tann grønlendska.
? Tað hevði verið betri fyri Føroyar at halda fast við yvirtøkur eftir heimastýrislógini, enn at fáa eina líknandi skipan, ið grønlendingar eftir ætlan fáa sett í gildi, sigur Halgir W. Poulsen, advokatur
Skulu føroyingar skapa størri framstig á sjálvstýrisleið, so riggar munandi betri at tamba heimastýrislógina.
- Tá flúgva vit kanska ikki so høgt, men vit gera hóast alt størri framstig, sigur Halgir W. Poulsen.
Danmark er Danmark
Hóast lógin í stóran mun tykist rættiliga kompleks og lítið nýskapandi, sambært Halgir W. Poulsen, so er hon at kalla nýskapandi í § 1 stk. 4. Har stendur at lesa:
"Bestemmelserne i stk. 1-3 omfatter ikke folkeretlige aftaler, som berører forsvars- og sikkerhedspolitikken, samt folkeretlige aftaler, som skal gælde for Danmark, eller som forhandles inden for en mellemfolkelig organisation, hvoraf Kongeriget Danmark er medlem."
Tað er setningurin "som skal gælde for Danmark", ið vit skulu leggja til merkis.
Halgir W. Poulsen sigur, at hetta er fyrstu ferð Danmark verður kallað fyri Danmark í einari tílíkari lóg. Ikki tí. Tað broytir ikki hansara støðu um lógina, men í løgfrøðiliga sambandinum millum Føroyar og Danmark er talan um eitt nýbrot.