Tað kann kanska tykjast løgið, men í amerikanska statinum Kalifornia hevur ein fólkaatkvøða tikið undir við, at politikararnir hækka skattin. Uppskotið kom frá guvernørinum, Jerry Brown (myndin), sum bað fólk taka støðu til, um skatturin skal hækka, ella um staturin skal skerja ymsar játtanir og serliga til mentamál.
Kalifornia hevur havt stórar fíggjarligar trupulleikar tey seinastu árini, og eygleiðarar hildu tað vera politiskt sjálvmorð, tá Jerry Brown gjørdi av at spyrja fólkið, um skatturin skuldi hækka. Meiningakanningar vístu, at tað var sera javnt ímillum ja og nei, men á fólkaatkvøðuni í vikuni tóku 54 prosent undir við at hækka skattin, og 46 prosent atkvøddu ímóti.
Avgerðin ber í sær, at meirvirðisgjaldið hækkar, og at tey, sum forvinna meiri enn 250.000 dollarar um árið, skulu gjalda meiri skatt. Hækkingarnar eru galdandi í seks ár og skulu geva tí almenna kassanum seks milliardir dollarar.









