Nú vil tingmaðurin hjá Sjálvstýri, Kári P. Højgaard, at hava at vita frá Høgna Hoydal hvørt hann etir flytingar av veiðiloyvum millum skip at verða ólóglig.
Hann hevur í dag sett ein §52 spurning, ið landsstýrismaðurin skal svara skrivliga.
Kári P. Højgaard spyr:
1. Viðvíkjandi Helenu/Slættaberg
· Metir landsstýrismaðurin at veiðiloyviosflytingarnar av Helenu KG 182 XPSD (línuskip) yvir á Slættaberg KG 652 OW2333 (uppisjóvarskip) í 2016 og 2017 vóru lógligar/ ólógligar?
· Um svarið er ólógligar, hvørjar eru so ítøkiligu grundgevingarnar?
2. Viðvíkjandi Ran/Phoenix og fleiri
· Metir landsstýrismaðurin at veiðiloyvisflytingarnar av RAN, TN 1460 – XPKY í sept/ oktober eru lógligar/ólógligar?
· Um svarið er lógligar, hvørjar eru so ítøkiligu grundgevingarnar?