Heldur fyrivarin enn eftirsnarin

Hetta er ein ávaring um, at betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, tá tú fert út at klippa grasplenina.

Tað sær so óskyldugt og vandaleyst út at klippa gras við grasklippara. Men, er tað nú púrasta vandaleyst, kunnu vit spyrja. Spyrt tú mann, sum einaferð kom illa fyri av einum grasklippara, fært tú ikki viðkomandi at siga, at tað er vandaleyst.

 

Tí, vandaleyst er tað ikki. Fólk eiga altíð at vera umhugsin og varin, tá gras verður klipt við grasklippara. Tað fekk hesin maðurin at sanna. Hann hevði júst verið í kjallaranum og brýnt sær knívin á grasklipparanum so væl. 

 

Alt gekk væl, so leingi, sum hann klipti grasið eftir slættanum. Men, tá hann kom oman til skráan í lendinum, hendi nakað, sum maðurin ikki var nóg væl fyrireikaður uppá. Í sjálvum skráanum gleið hann við grasklipparanum framman fyri sær, og í sjálvum fallinum kom hann at draga grasklipparan upp á beinini á sær.

 

Og tað var ikki lukkuligt.


Nýbrýndi knívurin mól framvegis við sínari ferð, og nú framparturin av stivlanum og tærnar lógu fyri knívinum, skar maðurin seg so illa í tærnar, at hann noyddist á skaðastovuna. Tíbetur var hann í stivlum, men neyvan er trupult at ímynda sær, hvat kundi verið hent, um hann kanska bara var í inniskóm.


So enn einaferð; hetta er ein standandi ávaring um, at betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin.