Heldur fast um svarið

- Vit mugu hyggja at lógarinnar teksti, og hann sigur, at útveganar kostnaðurin umfatar bæåi íløgu og lánstøku, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður

»Samgongan hevur, sum er, ikki ætlanir um at avtaka lógirnar í næstum. Ei heldur er ætlanin at broyta tær, og eftir lógini skal úveganarkostnaðurin gjaldast aftur bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni«.
Soleiðis svaraði Kaj Leo Holm Johannesen Poul Michelsen í skrivligum fyrispurningi.
Og hesum stendur løgmaður við.
Lógarinnar bókstavur sigur, at talan bæði er um íløguna hjá landsstýrinum og lántøkuna.
Spurdur, um hann fór at taka stig til atgera broytingar soleiðis, at útveganarkostnaðurin bert umfatar lánini, sigur løgmaður soleiðis:
- Tað er ikki tað fyrsta, ið liggur fyri. Nú skulu vit fyrst hava spurningin um Skálafjarðarmálið upp á pláss, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann sigur seg skilja politisku fatanina av, at tað var lánið, ið talan var um, tá tunnilin var gjørdur.
- Men vit mugu fyrihalda okkum til lógarinnar bókstav, og hann sigur, at íløgan eisini er umfatað av útveganarkostnaðinum, og at gera politiskar broytingar er ikki tað allarfyrsta, ið liggur fyri. Men sjálvandi, er politisk semja um tað, er støðan ein onnur, sigur løgmaður.
Og Uni Danielsen, stjóri í tunlunum báðum, er samdur.
- Skal lógin broytast, má hon fyri løgtingið aftur. Lógin sigur annars einki um, hvussu íløgan skal gjaldast aftur. Men tað er kortini nóg mikið av tíð, tí lániavtalan heldur fram til ultimo 2016, men skal lógin broytast, liggur avgerðin í politisku skipanini, sigur Uni Danielsen.