Brekið á antennuskipanini hjá Sjónvarpinum er enn ikki rættað, og tí verður einki føroyskt sjónvarp at síggja í kvøld Tað eru boðini frá Kringvarpinum, har tey annars høvdu vónað, at tað bar til hjá Sjónvarpinum at senda í kvøld-
Trupulleikin er, at tað skal at kalla vera púrasta stilt, um teknikararnir hjá Føroya Tele skulu kunnu arbeiða í 125 metra høgu sendimastrini. Tað hevur lotað nakað í dag, og eisini í morgin verður boðað frá nakað av vindi, so enn ber altso ikki til at umvæla tað, sum umvælast skal á mastrini.