Heldur eingin tilburður av koronu í gjár

Í løtuni eru tað seks fólk í Føroyum, sum hava koronu

Heldur ikki í gjár varð nakar tilburður av koronu staðfestir, upplýsir landslæknin. Í gjár vórðu annars 1.018 kanningar gjørdar seinasta døgnið.

 

Í løtuni eru tað seks fólk í Føroyum, sum hava koronu. Í gjár vórðu 288 fólk koppsett. Av teimum fingu 83 fólk ta fyrru sproytuna og 205 fólk fingu ta seinnu sproytuna.

 

Tilsamans eru nú 68.097 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. Tað merkir, at 35.651 fólk hava fingið fyrru koppsetingina og tað eru 66,8 prosent av fólkinum. Hinvegin hava 32.446 fólk eisini fingið seinnu sproytuna og sostatt er liðugt at koppseta 60,8 prosent av føroyingum.