Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Hetta er annar dagurin upp í slag, at eingin er smittaður við koronu. Í gjár vórðu 423 fólk kannað fyri tær eru allar greinaðar. Tilsamans eru 294.727 kanningar nú gjørdar í Føroyum.
Tilsamans hava 757 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 739 fólk staðfest at verða frísk aftur. Higartil er eitt fólk deytt við koronu í Føroyum. Í løtuni eru 17 fólk smittað við koronu og 55 fólk eru í sóttarhaldi.