Heldur eingin svartkjaftur seldur í dag

Fyrstu 5000 tons av svartkjafti fóru á uppboðssølu í gjár.

 

Tá var minstiprísur ásettur at verða 30 oyru pr/kg, men tað var mett at verða ov nógv og eingin bjóðaði uppá fiskin.

 

Tilfeinsgjaldið á svartkjafti er 20 oyru/kg og teir, ið vórðu klárir at bjóða, mettu allir, at 30 oyru var ov nógv í mun til tilfeingisgjaldið og váðan, ið er tengdur at fiskarínum.

 

Tí skuldu roynast aftur í dag. Í dag var minsti prísur ásettur at verða 18 oyru/kg, men heldur ikki í dag beit á.

 

Eingin bjóðaði tá til stykkis kom. Tað eru ábendingar um, at prísurin enn er mettur ov høgt.

 

Tað ljóðar, at prísurin skal nøkur oyru niður afturat áðrenn bjóðarar vilja verða við. Sum skilst má minstiprísurin koma niður á 14 oyru/kg ella so, áðrenn áhugi verður fyri at bjóða.

 

Les eisini: Royna at selja svartkjaftin aftur í morgin
Les eisini: Prísurin var alt ov høgur
Les eisini: Eingin bjóðaði uppá svartkjaftin