Heldur eingin smittutilburður staðfestur í dag

Aftur í dag er dagføring komin frá Heilsumálaráðnum, sum sigur, at 11.538 koronakanningar eru gjørdar, og eingin nýggjur tilburður er staðfestur

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 11.538 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 5.268 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.