Heldur Cliftonville enn B36

FC Keypmannahavn gjørdi stutta prosess á útivølli ímóti Cliftonville úr Norður-Írlandi

Hóast teir vóru á útivølli, so vunnu teir í FCK heili 4-0 á Cliftonville. Sama kvøld vann Brøndby bara 1-0 á heimavølli ímóti B36. Flestu fótbóltsáhugaðir danir og føroyingar høvdu tí sjálvsagt væntað, at sjónvarpsrásin ”3+” fór at vísa returdystin millum B36 og Brøndby, sum verður á ovara vølli í Gundadali í annaðkvøld. Men nei. 3+ hevur valt at vísa dystin millum FC Keypmannahavn og Cliftonville, sjálvt um FCK fer á vøllin við einari 4-0 leiðslu, meðan væl størri spenningur er um úrslitið ímillum B36 og Brøndby. Ilt er at fáa eyga á logikkin í hesum valinum hjá 3+. Brøndby valdi eisini at siga nei til at spæla á grasi á Tórsvølli sjálvan Ólavsøkudag. Teir vilja heldur taka eitt tørn á graslíkinum á ovara vølli hóskvøldið. Tvey ólogisk val, sum fótbóltsáhugaðir føroyingar bara mugu virða.