Samgongan fer á flog aftur seinnapartin - nú við Sjálvstýrinum sum samstarvsflokk Samgongan, sum hevur verið í kreppu síðan Gerhard Lognberg tók stuðul sín aftur, hevur fingið ein nýggjan bjargingarring at halda seg til. Allan fyrrapartin í dag hevur samgongan fundast við umboð fyri Sjálvstýrisflokkin, og sambært pørtunum verður komið undir land einaferð seinnapartin í dag.
Tað vóru tveir positivir tjóðveldismenn, sum Portalurin hitti í einum lítlum steðgi í Tinganesi fyrrapartin. Bæði Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen søgdu seg hava góðar vónir fyri einum fruktagóðum samstarvi við Sjálvstýrið. Tað eru ikki ávís mál, sum eru á breddanum, men hvussu flokkarnir skulu samstarva formliga.
Kári á Rógvi segði við Portalin, at hetta er ein søgulig hending, og at talan nú verður um at innføra ein nýggjan kultur í føroyskum politikki. Minnilutasamgongan heldur formliga fram, men við einum samstarvsflokki sum back-up.
- Vit eru ikki ein stuðulsflokkur hjá minnilutasamgonguni, men royna í løtuni at finna ein leist fyri, hvussu vit skulu samstarva framyvir og helst eisini finna breiðar semjur, segði hann. Sostatt er talan um, at finna nakrar nýggjar mannagongdir fyri politiska arbeiðið á tingi, har Sjálvstýrisflokkurin fær ávirkan á eitt nú fíggjarlógina og onnur mál, sum hava týdning fyri flokkin.










