Danska stjórnin vil ikki hava Poul Nyrup Rasmussen til formann í ES-nevndini Um stutta tíð skulu stjórnarleiðararnir í ES-londunum tilnevna formann í ES-nevndina, men alt bendir á, at verandi formaðurin, José Manuel Barroso, verður biðin um at halda fram.
Men valið til ES-tingið í næsta mánað kann órógva tilnevningina, tí fáa teir sosialistisku flokkarnir eitt gott valúrslit, kunnu teir forða fyri, at Barroso verður afturvaldur, og at Poul Nyrup Rasmussen kemur í hansara stað.
Danska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon vil heldur hava José Manuel Barroso til formann fyri ES-nevndina heldur enn fyrrverandi danska forsætisráðharran.
Tað eru stjórnarleiðararnir, sum tilnevna formannin í ES-nevndini og kommiserarnar, men Es-tingið skal góðkenna tilnevningarnar.










