Daniella Olsen, sum býr í Havn, hátíðarheldur í dag sín 100 ára føðingardag.
Størsta ynskið hjá føðingardagsbarninum, sum er ættað heiman av Sandi, var at sleppa út í Koltur.
Hetta ynskið vildi Atlantic Airways ganga henni á møti og hevur tí bjóðað Daniellu Olsen og fylgi ein túr út í Koltur við tyrluni í dag.
Bjørn Patursson, fyrrverandi bóndi í Koltri, var ein rundtúr við føðingardagsbarninum í gamla býlinginum, Heima í Húsi, sum er gjørdur til savn og settur í upprunastand.
Daniella Olsen var í nógv ár lærari í Studentaskúlanum í Hoydølum. Fyri nøkrum árum síðani lat Daniella Olsen bókasavn byggja í heimbygdini.