Í Nólsoy og millum vi_haldsfólkini hjá Nólsoyinginum hevur ta_ veri_ fylgt serliga væl vi_ fyrireikingunum til ólavsøkuró_urin. Tí_liga í sí_stu viku var_ annar av toftimonnunum, Aksel Joensen, raktur av heksaskoti. Ta_ hev_i vi_ sær, at ta_ var ney_ugt at fáa eykamann at venja vi_ alla sí_stu viku.
Nólsoyingar vildu minst av øllum missa Aksel Joensen. Hann var fyrstu fer_ vi_ í 1993. Tvey ár var hann á flatlondum. Í 1997 luttók Nólsoyingurin ikki. Øll hini árini hevur Aksel siti_ á toftibekki.
Bátsforma_urin, Nicolaj Falck, gevur toftimanninum, sum teir hava ivast so nógv í seinastu dagarnar, hetta sko_smáli_:
- Aksel vilja vit fyri alt í ver_ini ikki vera fyri uttan. Hann er álitisma_urin fram um allar a_rar. Vit lurta serliga eftir honum. Ta_ gera vit, tá i_ vit leggja til startin, og drúgvu royndirnar hjá honum gera, at hann veit betri enn vi_ a_rir, hvussu ta_ stendur til undir ró_rinum.
Ver_ur Aksel so umbor_, tá i_ tit í morgin fara at leggja til undir Argjahøvda?
- Hann hevur veri_ til intensiva vi_ger_, sí_ani hann var_ skaddur, og ta_ hevur hjálpt. Tá i_ vit sunnudagin vandu fyri sí_stu fer_ í ár, var Aksel vi_, og hann seg_i seg standa royndina. Vit vilja heilt útih_sa møguleikanum fyri, at heksaskoti_ vitjar aftur undir ró_rinum í morgin. Tí er avrátt, at læknin skal leggja eina blokadu í morgin. Ta_ vil siga, at um ta_ skuldi bori_ solei_is á, at ska_in vitja_i aftur, so fer hann einki at kenna til hansara fyrrenn eftir ró_urin. Teir siga, at hetta er ikki óvanligt, og ta_ er meiri enn so komi_ fyri, at kapprógvarar hava fingi_ blokadu.
Ta_ ver_ur so nógv tosa_ um doping. Tit kvíga ikki fyri, at onkur skal siga, at t_dningarmikli ma_urin hjá tykkum ver_ur dopa_ur í morgin?
- Ta_ hava vit sjálvandi hugsa_ um. Vit hava spurt okkum fyri hjá serkunnleikanum, og vit hava fingi_ at vita, at hetta hevur einki vi_ sovor_i_ at gera. Um illa fer at vilja til, so fer ta_ at ganga út yvir Aksel sjálvan aftaná ró_urin, men hann hevur sjálvur tiki_ avger_ina um, at solei_is skal ta_ vera, og ta_ eru vit allir fegnir um, sigur Nicolaj Falck, bátsforma_ur umbor_ á Nólsoyinginum.