Heksabollar við nougat og lakress

Súsanna Hansen hevur bakað føstulávintsbollar. Tað kanst tú eisini.

Vatnbakkilsi

100 gr av smøri ella margarini

3 dl av vatni

Eitt dism av salti

1 tesk av melis

100 gr av hveitimjøli

3 egg


Fylla

1 pk. av róma

100 gr av nougat


Omaná

8-10 turkisk pipar

1 tesk. av flourmelis

½ pk. av róma


Vatnbakkilsi: Hita vatn, smør, salt og sukur í einari grýtu, til tað er flótandi. Píska mjølið í, til deiggið sleppur grýtuni. Lat kólna nakað. Rør eggini saman, og rør tey í deiggið eitt sindur í senn. Rør væl við einari grýtusleiv, so eggini verða upptikin í deiggið sohvørt. Deiggið skal vera bleytt, men ikki flótandi. Skeiða smáar bollar á eina bakiplátu við bakipappíri. Ella brúka eina túllu, so mynstrið verður fínt. Vatnbakkilsini verða bakað í 20-25 min. við 175 stigum. Tak tey út, tá tey eru dupulta stødd og gylt á liti.


Fylla: Píska róma til skúm. Smelta nougat í vatnbaði. Rør róma og nougat saman. Klipp eitt hol í hvønn bolla og sproyta fyllu í opið.


Lakressós: Legg bommini í tveir frystiposar inni í hvørjum øðrum og knús tey við einum hamara. Hita bomm, róma og flourmelis í einari grýtu, og rør runt til alt er smeltað. Kóka við veikum hita í uml. 30 min. til sósin er tjúkk. Rør í henni av og á.