Heitur sjógvur – vánalig veiða

Upsafiskiskapurin út fyri Finnmørkini hevur verið vánaligur orsakað av, at sjógvurin er ov heitur. Tað halda bæði granskarar og fiskiídnaðurin í økinum. Tað er Finnmark Dagblad, sum ber hesi tíðindi. – Hetta er dramatiskt, og vit eru órógvað, sigur Roger Sørensen, sum er í kommunalum starvi í Finnmørkini. Norski Havgranskingarstovnurin eru eisini órógvaður, eftir at stovnurin hevur kannað eftir, hvussu vorðið er við upsa í økinum.