Heittu á løgmann fyrr í vár

MANNARÆTTINDI Amnesty heitti eisini á løgmann um at viðgera mannarættindi í landinum, tá løgmaður í vár fekk vitjan av russiskum sendiharra

Tá russiski sendiharrin í Danmark, Mikhail Vanin, vitjaði í Føroyum síðst í mai, minti Amnesty løgmann á týdningin av mannarættindum. Sambært Amnesty International er tað ein vaksandi trupulleiki í Russlandi, at grundleggjandi mannarættindi ikki verða vird. Amnesty International hevur beinleiðis lagt stýrið hjá Vladimir Putin undir at fremja eina hekstra-jagstran eftir politiskum mótstøðufólki og atfinningarsomum røddum.
- Russland er tað økið, sum er mest týdningarmikið hjá okkum og har tað brennir mest. Seinastu árini hevur staturin og skipanin har kúgað og trýst einstaklingar, gjøgnumskygni er minkað og talu- og savningarfrælsi er skert ógvusligt, gjørdi Katrin á Neystabø, átakssamskipari hjá Amnesty International Føroyar, greitt tann 29. mai.
Hon vísti á, at tað er ógvuliga trupult at koma í tal við russiskar myndugleikar og at fáa teir at lurta. Tí hevði tað týdning, at løgmaður nýtti høvi at tosa um mannarættindi, tá sendiharri Russlands í Danmark vitjaði í Føroyum.
- Løgmaður eigur at tosa um týdningin av mannarættindum, at tað er týdningarmikið og umráðandi at virða mannarættindi. Tað er okkara ynski, at teir eisini geva sær stundir at umrøða hetta, segði Katrin á Neystabø, átakssamskipari hjá Amnesty International Føroyar.