Hóast veðrið er av tí allarbesta í dag, so er ráðiligt at ansa sær í ferðsluni. Tað er hált og krapi um alt landið, og á heimasíðuni hjá Landsverki verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.
Landsverk sigur soleiðis um koyrilíkindini:
- Gjáarskarð -Roknast kann við hálku
- Tjørnuvíkarvegurin - Roknast kann við hálku
- Høgareyn - Roknast kann við hálku
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - Roknast kann við hálku
- við Velbastaðháls - Roknast kann við hálku
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - Roknast kann við hálku
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - Roknast kann við hálku
- Porkerishálsur - Roknast kann við hálku
Les meir um veðrið komandi dagarnar her