Heitt vatn spríkur upp í Kollafirði

Jarðfrøðingar standa spyrjandi, eftir at heitt vatn í stríðum streymum rennir upp úr undirgrundini í Kollafirði.

Tað var í samband við tvær jarðhita-boringar í Kollafirði um dagarnar, at nógva og heita vatnið fór at renna úr holunum.

Talan er um stórar nøgdir, okkurt um 33 kubikk um tíman, og vatnið er millum 19 og upp til 26 hitastig.

Sæð úr einum orkusjónarmiði er talan um somikið nógv at heitum vatni, at tað kann hita okkurt um 65 sethús – væl at merkja, um nýggja og óvæntaða orkukeldan er varandi.

Hoyr samrøðu við Lis Mortensen, náttúrulandafrøðing og deildarleiðara á Jarðfeingi, við at trýsta á pílin undir myndini.