Heitt land kólnar skjótt!

Katrin Hovaland Petersen
------


Spurningurin er ikki, um vit hava ráð til verandi skúlaskipan, tvørturímóti er spurningurin, um vit hava ráð til at lata vera. At tosa um effektivisering, kraftsentur, snúðningsdeplar, ovurnýtslu av játtanum og flytirák er at vevja krydd saman av ymsum hillum, sum ikki hoyra heima í sama potti.

Hví samanbera skúlaskipan okkara við eina vælsmurda fyritøku, har ið tað ”neyðuga” verður sett í fokus? Eigur ein ikki heldur at gleðast um ta undirtøku, landsins ungdómur vísir skúlunum og loyva ungdóminum at nema sær vitan?

Ein hornasteinur í føroyska samfelagnum er at hava eins gott skúlakervi í eitt nú Klaksvík sum í høvuðsstaðnum. Umráðandi er at geva pláss fyri at menna tey øki í Føroyum, har ið menning er neyðug og ikki savna alla megi á einum stað, har ið rationalisering skal vera høvuðsendamál.
Um fá ár stendur væntandi ein nýggjur miðnámsskúladepil klárur at taka í nýtslu í Havn. Hesin vil óivað geva synergi í bæði rakstri og undirvísingargóðsku. Men skal hetta ikki nýtast sum amboð til at taka lívið av restini av landinum. Tískil skulu vit heldur arbeiða av øllum alvi at skapa karmar, so rationalisering kann fremjast. Tað er eingin loysn at gera rationaliseringina fyri at seta hundraðtals ungdómar, ið annars vilja nema sær útbúgvning, á dyr. Í staðin fyri at forða ungdómi okkara, sum skal bera hetta landið, at útbúgva seg, skulu vit seta neyðuga orku til. Tí endaligi spurningurin er: Hava vit ráð at lata vera?

Sparingin, HUXA eftirlýsir í samanleggingini, vil í lítlan mun verða munandi positiv. Lønir, ið er tann størsti parturin av útreiðslunum, vilja stórt sæð verða tær somu. Tað einasta, ein vinnur, eru 2-3 mió í sjálvum rakstrinum, og haldi eg ikki, at hetta er grundarlag til at hála teppið undan eystur- og norðoyingum.

Heldur enn at yvirrationalisera øki sum skúlaverk okkara , áttu landsins leiðsla og harvið fólkavaldir politikarar heldur at vent pílinum inneftir og byrja í egnum rekkjum, áðrenn farið verður eftir teimum lesandi, sum hava tað nóg tungt frammanundan.

Mær dámar væl hugsanina um flytirákið, sum avgjørt er neyðugt, fyri at vit mennast sum samfelag, og eg eri fult samd í, at hetta ikki skal verða í morgin, men í tí tempo, samtíðin loyvir.
Tó má nevnast, at við at skerja skúlaveitingina í dag veit eingin frá at siga, hvar vit í morgin gista.

Til seinast: Ansið eftir at tann einkulti ikki gerst ein skarpur dupultur!