Tað hevur verið sera heitt í fleiri londum í Eysturevropa teir seinastu dagarnar, og sambært veðurmonnunum er talan um eina veruliga hitabylgju, tí summastaðni eru hitamátararnir farnir upp um 40 stig.
Í Kroatia hava myndugleikarnir rátt fólki frá at vera í sólini millum klokkan 10 fyrrapartin og klokkan fimm seinnapartin, og harafturat hava fólk fingið boð um at drekka nógv vatn. Í grannalandinum Serbia er sami hiti, og í høvuðsstaðnum Beograd hava myndugleikarnir sett tangabilar við vatni, so fólk kunnu sløkkja tostan.
Sambært tíðindastovunum eru fólk yvirhøvur á einum máli um, at tann nógvi hitin er av avleiðing av veðurlagsbroytingunum.