Heitir gestir - lunkaðir vertir og kalt kaffi

Soleiðis byrjaðu væluppløgdu vertirnir, Eyðun Klakstein og Fróði Løkságarð, nýggju undirhaldssendingina, Kafé Grugg, sum Studio Pegasus tekur sær av hvønn mánadag seinnapart í summarskránni hjá Útvarpi Føroya

Klaksvík:
- Vit fara leggja okkum eftir at hetta skal verða ein løtt undirhaldssending, sigur Eyðun Klakstein, annar av vertunum í sendingini.
Tað skal vera ferð á sendingini. Hon fer at innihalda nógvan tónleik saman við skjótum innsløgum. Eisini eru tvær kappingar á skránni. Onnur er SMS kappingin, sum var í Plan B sendingini hvørt fríggjakvøld í vetrarskránni.
- SMS kappingin er blivin eitt slag av sermerki fyri Studio Pegasus, halda vertirnir báðir, Eyðun og Fróði.
Hin kappingin gongur út upp á, at eitt kent solospæl verður spælt og so kunnu lurtararnir gita úr hvørjum sangi hetta solospæl er tikið úr.
Teir greiða frá, at tað verða tó ikki bert teir, sum koma at seta dám á sendingina.
- Tá hendan sendingin er í luftini, fara lurtararnir at hoyra tey, ið vanliga eru í sendingunum, úr Pegasus, umframt, at onkur nýggj rødd eisini verður við.
Tað fara heldur ikki at vera Fróði og Eyðun, sum verða vertir í sendingini hvørja ferð. Ætlanin er, at ein kvinnuligur vertur eisini skal verða í sendingini framyvir.
Eyðun sigur eisini, at hóast tey leggja seg eftir at sendingin skal minna um hina undirhaldssendingina seinnapartar, Barometrið, so ætla tey kortini, at Kafé Grugg skal verða eitt sindur øðrvísi.
- Vit fara at royna at hava nøkur orginal innsløg, har vit í byrjanini av sendingini kunnu vekja áhugan og forvitni hjá lurtaranum, sigur Eyðun, og leggur aftur at, at tað er ikki bara sum at siga tað.
- Tú skal tá, sum vertur, hugsa teg væl um, hvussu tú leggur út við at greiða lurtaranum frá tí, sum fer at henda í sendingini. Um tú ikki leggur innslagið fram, sum eitt hvørt forvitnisligt, so kann tað henda so skjótt, at eitt fínt og skemtiligt innslag bara fer aftur við borðinum, tí tú ikki megnaði at fanga lurtaran, heldur Eyðun og Fróði samtykkir.
Sum heitið á sendingini leggur upp til, so er her talan um eina kafé eisini. Her hava teir báðir hugsað sær, at tað kundi verið stuttligt at havt eina sending, har fólk so at siga detta inn á gólvið til prát við vertirnar um eitt hvørt.
Studio Pegasus, sum eisini hevði sín lut í vetrarskránni hjá Útvarpi Føroya, hevur fingið somu tíð til at senda við í summarskránni. Men sendingar sum Heimabeitið, Fólk og Frítíð hjá Gunnari Nolsøe og Plan B hjá Kára Sólstein og Fróða Løkságarð verða ikki at hoyra í summar, men tað verða aðrar sendingar á skránni í staðin.