Heitir á Russland at umhugsa seg av nýggjum

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, heitir upp á tað harðasta á Russland um at umhugsa avgerðina av nýggjum um at fara úr kjarnorkuavtaluni við USA.

Tað sigur Stoltenberg á tíðindafundi í Brússel.

– Eg harmist um avgerðina hjá Russlandi og heiti upp á tað harðasta á Russland um at umhugsa støðuna av nýggjum, sigur hann.

 

Lesið eisini: Putin í røðu: Russland setir úr gildi kjarnorkuavtalu við USA

Russiski forsetin, Vladimir Putin, kunngjørdi í morgun, at Russlandi sigur upp eina kjarnorkuavtalu frá 2011, sum hevur til endamáls at minka um goymslurnar av kjarnorkuvápnum hjá Russlandi og USA.