Heitir á foreldur um at ansa eftir børnum og ungum

 

Ólavsøkan er hátíðin, har børn og ung fáa leysari  teymar og nú heitir Heðin Mortensen, borgarstjóri, á foreldur og onnur avvarðandi, um at ansa væl eftir børnunum og teimum ungu.

 

Tað ger hann í almennari áheitan í dag, nú ólavsøkan er í hondum.

 

Hann sigur, at øll vilja vit hava eina góða ólavsøku og í hesum sambandi hevur SSP, sum er samstarv ímillum skúla, sosialar myndugleikar og politi, ein virknan leiklut á ólavsøku. 

 

Undir slagorðinum “Savna góð minnir saman” vísir SSP á týdningin at koma saman til minnisríkar løtur.

 

- Á ólavsøku eigur góður veitslusiður at valda hjá øllum ættarliðum, so at hon verður eitt gott minni fyri lívið, sigur borgarstjórin.

 

- Ólavsøkan er eisini eitt hæddarpunkt hjá ungdóminum. Á ólavsøku er so nógv, sum børnini og tey ungu royna fyrstu ferð.

 

- Á ólavsøku fáa børnini og tey ungu vanliga leysari teymar. Tey eru spent og vænta sær nógv av ólavsøkuni, og tey flestu duga sær hógv í góða veitslulagnum.

 

Ein partur av arbeiðnum hjá SSP, er at fyribyrgja og í hesum sambandi verða tey  ungu eggjað at velja eitt ungdómslív uttan rúsdrekka og rúsevni.

 

- Í hesum sambandi hava foreldrini eisini ábyrgd. Foreldrini og avvarðandi mugu gera sítt til at leiðbeina børnini og tey ungu, so at tey eru fyrivarin bæði um seg sjálvi og teimum, tey eru saman við, sigur borgarstjórin.

 

 - Tað er ein royndur lutur, at foreldrini eru besta fyribyrgingin, og tí skal tað verða mín áheitan til foreldrini og avvarðandi at líta teimum ungu til, men eisini at fylgja við í, hvat tey fáast við, sigur borgarstjórin í Havn.