Heiti hylurin eitt vælvitjað tilboð

Leygardagar hevur svimjihylurin í Vági sonevndan heitan hyl, og tá eru t.d. børn og tey eldru serliga glað fyri hylin

At hylurin er nøkur stig heitari leygardag, enn aðrar dagar, er eitt kærkomið tilboð, ið alt fleiri suðuroyingar njóta.
Dagurin er býttur upp, so at børn, pensjónistar og foreldur við smábørnum hava ávísar tíðir á degnum at njóta heita hylin.
Og tilboðið er vælvitjað og ber tað boð um, at hetta er eitt tilboð, ið fólk fegnast um.