Heitasta árið í 400 ár

Tað hevur ikki verið so heitt á Jørðini tey seinastu 400 árini sum nú. Ja, kanska hevur tað ikki verið so heitt í 2.000 ár.

Jørðin hevur fepur.

Tað er niðurstøðan í einari drúgvari frágreiðing, sum nakrir av teimum fremstu amerikonsku veðurlagsgranskarunum hava gjørt fyri Kongressina í Washington.

-Hitavøksturin frá 1990 til 2000 var tann mesti í 400 ár, men tað er ikki óhugsandi, at vøksturin er tann mesti tey seinastu 2.000 árini, sigur Gerald North, sum er professari á einum lærdum háskúla í Texas, og sum hevur verið við til at skriva frágreiðingina fyri Kongressina.

Ein onnur frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í gjár, vísir, at tær nógvu ódnirnar í fjør komu av, at luftin uppi yvir pørtum av Atlantshavinum var sjáldsama heit. Sagt verður, at tað er eitt stig heitari á norðaru jarðarhálvu nú enn fyri 100 árum síðani.

George W. Bush, forseti, og stjórn hansara halda uppá, at tann veksandi hitin á Jørðini er ikki so vandamikil, sum vísindin vil vera við, men tann nýggja frágreiðingin til Kongressina hevur sannført kongressmannin Sherwood Beohlert um, at forsetin fer skeivur.

-Hendan frágreiðingin prógvar, at støðan er álvarssom, sigur hann við CNN.