Áheitan á Sambandsflokkin, um at hyggja frameftir

Finnleif Guttesen, Tvøroyri

Ungdómurin er framtíðin hjá okkum øllum, framfýsin og letur sær ikki alt lynda. Tí er tað umráðandi, at flokkurin hyggur frameftir og hevur dirvi til, at gera broytingar til tað betra.

Grein 5 í stevnuskránni.
Tað er eingin meinig í, og heilt óneyðugt í dag, at tað stendur, at føroyingar skulu gerast kunnigir við danska mentan og læra danskt mál væl og virðiliga. - Hatta er ein farin tíð.
Um tað endiliga skal skrivast nakað sum helst, so kann tað vera, at vit skulu læra útlendska mentan og mál væl og virðiliga, og mær vitandi er tað ætlanin hjá øllum flokkum.

Nýskipanaruppskotið
Hví í allari víðu verð skulu vit frásiga okkum møguleikan til at hava egna grundlóg, verju, uttanríkispolitikk, rættarskipan o. s. v. - Hatta er heilt burturvið.
Hví hava tit ikki dirvi til at siga, at vit kunnu yvirtaka og umsita øll mál, um vit ynskja tað og tá ið vit meta at tíðin er tann rætta?
Tað er eingin orsøk til at frásiga sær nakað sum helst, sum tað verður gjørt í nýskipanaruppskotinum.
Vónandi eru tað yngri kreftir í flokkinum, ið hava dirvi til at hyggja frameftir, skriva eina skrá, ið hevur nakað við dagin í dag og framtíðina at gera og ikki frásiga sær nakrar sum helst møguleikar.