At tú tók hetta stigið er tó skiljandi, tí umstøðurnar at virka undir, eru út av lagi vánaligar.
At arbeiðið við at savna Kringvarpi í Sortudýki ikki er komið longur ávegis og nú til seinast datt burtur, er einans landstýrismanninum og samgonguni, ið hevur havt politisku ábyrgdina, fyri at takka.
Stór frágongd er í manningini á Úf og SVF, vegna ótryggu framtíðarviðurskiftini hjá starvsfólkunum.
Vit hava ein millumbylgjusendara, ið er so gamal og vánaligur, at hann kann støðga nær tað skal vera, og eykalutir av hesum slag verða ikki framleiddir longur.
Somu trupuleikar kunnu eisini henda við høvuðssjónvarpssendaranum.
Sjálvstýrisflokkurin hevði ein høvuðsleiklut, tá almenna Útvarp Føroya sá dagsins ljós. Ongantíð meir enn í dag, er neyðugt við einum óheftum almennum Kringvarpi Føroya at tryggja tíðindaflutningin, og styrkja og varðveita føroyskt mál og mentan.
Kringvarpsgjaldið kann ikki hækkast meira enn tað er í dag. Tí má neyðuga peningaupphæddin til íløgur og rakstur koma á fíggjarlógina.
Kringvarpstjórin hevur gjørt eitt gott arbeiði og hevur nomið sær royndir í samanlagda stovninum. Tí er alneyðugt, nú framhaldandi kósin hjá Kringvarpi Føroya skal setast út í kortið av eini komandi samgongu, at politiski myndugleikin fær eitt virki mótspæl, ið greitt kann vísa á, hvat er neyðugt, fyri at vit framhaldandi kunnu hava eitt dygdargott alment útvarp og sjónvarp.
Tí er áheitan mín á Jógvan Jespersen kringvarpstjóra:
”Bíða við uppsøgnini”.










