Viðvíkjandi brúkaragjaldinum í undirsjóartunnlunum
Sambært roknskaparnar fyri Vágatunnilin og ætlanirnar fyri Vága- og Norðoyatunnilin 2006 og 2007 - sæst at roknað avdráttartíð, við rentu uppá uml. 5%, er umleið 8 ár.
Tá hugsað verður um áramálið íløgan (Vágatunnilin og Norðoyatunnilin) skal nýtast er avdráttartíðin eftir okkara metan - alt ov stutt.
Tað tvífalda kann væl forsvarast.
Um afturgjaldstíðin, sum dømi, var longd til 15 ár so kundið brúkaragjaldið verið lækkað munandi uttan fíggjarligar trupulleikar fyri partafeløgini.
Vit heita tí á Kappingarráðið um at kannað hetta og gera niðurstøðu um ráðið heldur brúkaragjaldið hjá Vága- og Norðoyatunnlinum er rímiligt.
Samstarvsbólkurin hjá politisku lokalfeløgunum í Norðoyggjum.
Absalon í Buð,
John William Joensen
Árni Joensen
Olga Biskopstø
Jógvan Skorðheim









