Áheitan á Jacob Vestergaard landstýrismann

Henrik Old
---

Eina roynd verd hjá landstýrismanninum at hugsa um.
Hesar seinastu dagarnir í góðveðrinum, hava tveir av føroysku trolarunum, sum royna eftir kongafiski í Irmingarhavinum, sæð nokk so fitt av makreli, tí er spurningurin, um ikki okkurt av føroysku makrelskipunum skuldi gjørt ein royndartúr eftir makreli í Irmingarhavið.
Um so er, at lønandi fiskiskapur eftir makreli ber til, so langt vesturi sum í Irmingarhavinum, so hevði hettar verði ein kollvelting fyri hesa vinnu sum heild.
Nú nøkur túsund tons av føroysku makrelkvotuni eru sett av til royndarveiðu, so kundi tann sum gjørdi royndina, fingið makrel í føroyskum sjógvi, fyri at gjørt eitt rend í Irmingarhavið.
Kann lønandi vinna vera í altjóða sjógvi vesturi á 25*-30* W, so verður trupult hjá norðmonnum at halda fast um, at tað eisini er norskur makrelur.
Eitt sum talar fyri, at tað kanska er nakað til av makreli har á leið, eru myndirnar sum sendar eru Vágaportalinum úr Irmingarhavinum av bóghvítuhvalum, sum helst liggja og metta seg av makreli. Eitt er vist, tað er ongin sum er dugnaligari til at finna makrel enn bóghvítuhvalurin.
Tað hevði verið eina roynd vert, at landstýrismaðurin tók eitt prát við Havstovuna, so ein avtala fekst við eitt ella tvey av makrelskipunum, við tí røttu útgerðini, um at gera eina roynd í Irmingarhavið eftir makreli.