Áheitan frá Miðflokkinum um skipan av einari tvørpolitiskari bjargingarstjórn!

Longu áðrenn samgongan gavst við royndum sínum at evna til eina fullfíggjaða fíggjarlóg, varð greitt, at hon hevði mist førleikan at stjórna landinum. Tí er bráneyðugt at politikkarar tvørturum floksmørk finna saman at skipa eina bjargingarsamgongu.

Tá alheimskreppan, fyri góðum hálvum øðrum ári síðani rakti flestu heimsins lond vóru Føroyar sera væl fyri at stýra uttan um teir brotasjógvar, sum onnur hóknaðu undan. Í fleiri ár var almenna skuldin lítil og eingin, undirskot á fíggjarlógini ókent, arbeiðsloysi so gott sum einki, fiskiskapurin nøktandi, avtalur gjørdar millum land og kommunur um fíggjarstýring- og vit kundu hildi á at víst á positiv viðurskifti, sum, um rætt varð farið fram, treytaðu okkum bjørt útlit.
Kortini vórðu øll atlit til ein burðardyggan búskap slept og heldur enn at leggja upp fyri búskaparligum uppgangstíðum, varð búskapurin ovurhitaður og langtíðarmál slept. Hóast ávarðingar um hendan grundleggjandi skeiva politikkin vórðu givnar væl áðrenn alheims fíggjarkreppan eisini setti síni árin á føroyska samfelagið, valdi landsins leiðsla at lata standa til.

Broyttu ikki kós hóast greiðar ávaringar
Ístaðin fyri at laga búskapin eftir greiðu ávaringunum, repa seglini og leggja upp fyri versnaðu útlitunum, varð hildið fram á somu kós. Óneyðugir og altoyðileggjandi skattalættar hildu á at verða veittir, ovurnýtslur á kontum landsstýrismanna vórðu góðkendar, sjálvsagdar sparingar vórðu ikki gjørdar, nýggir inntøkumøguleikar ikki troyttir - alt við tí úrsliti, at Føroyar skjótt kunnu koma at standa fyri hóttandi krøvum frá teimum, ið vit noyðast at biðja um lán fyri at bjarga okkum undan risaundirskotum á fíggjarlógum landsins. Undirskotið, sum í fjør var góðar kr. 300 mió, táttar í ár í eina mia., og verður neyvan minni komandi - tvs. góðar 2 milliardir. kr. eftir trimum árum!
Andstøðuflokkarnir hava, saman og hvør sær, ferð eftir ferð víst á vandan við verandi kós, tó higartil úrslitaleyst. Heystið fór, veturin kom og ístaðin fyri fíggjarlóg, ið átti at tikið atlit ikki bert til dagin í dag, men árini fram, fingu vit eina visiónsleysa kompromiloysn uttan framtíðaratlit ella nútíðarmedvit. Sparingarnar, ið gjørdar eru muna lítið og einki, og farið varð inn á røkur, ið áttu at verið friðaðar.
Her verður hugsað um tær røkur, ið hýsa veikastu samfelagsborgarum okkara.

Neyðugt við tvørpolitiskari bjargingarstjórn!
Áheitan Miðfloksins er, at vit skipa eina virkisføra bjargingarstjórn við tí greiða máli at bjarga Føroyum og føringum undan tí fíggjarliga og politiska húsagangi, sum lættliga kann gerast veruleiki um verandi visiónsloysi heldur á.
So skjótt gerandisdagar byrja aftur í nýgja árinum eiga samráðingar at verða tiknar upp við tí fyri eyga at skipa eina bjargingarsamgongu av politikkarum, tvørturum floksmørk, ið hava dirvi at taka tey tøk, sum flestu innast inni vita eru neyðug fyri at hóra undan. Tøk, sum krevja dirvi at fara inn á røkur, sum tykast friðaðar av verandi samgongu, men sum mugu troytast, skal samfelagsskútan rættast uppaftur.
Óivað er onkur, ið er meira hugaður at skriva út væl. Meti tó hendan møguleikan at vera minimalan, tí neyvan finnast fleiri politikkarar við so lítlari ábyrgdarkenslu, sum slík uppskot krevur.