Áheitan frá LFA – Landsfelagið fyri fólk við autismu

Í sendingini Skannarin 11. januar og í tíðindasendingum í Kringvarpinum hava vit hoyrt um avgerðina at flyta ein persón, sum ber brekið Asperger Syndrom, heim úr mennandi tilboði á skúla í Danmark til eitt stovnspláss í Føroyum.
Stórt sjálvbjargni økir munandi um lívsgóðskuna hjá okkum menniskjum, óansæð brek, og er eisini gagnligt fyri samfelagið sum heild.

Sambært útsøgnum frá foreldrum og fakfólki á danska stovninum tykist rættiliga ivasamt, um persónurin higatil hevur fingið møguleikan at menna seg í tann mun, hetta letur seg gera. Vit vita, at fakliga umhvørvið á hesum øki ikki er serliga stórt í Føroyum og tískil er rættiliga ivasamt, um tað tilboð, sum viðkomandi fær bjóðað á stovnsplássinum í Føroyum, fer at byggja víðari uppá jaligu menningina, sum er byrjað á danska skúlanum.
Tað tykist greitt, at fleiri misskiljingar eru farnar fram í útsøgnum frá bæði foreldrum og avvarandi fakfólki í Danmark, ið kunnu hava ávirkað málsviðgerðina.
Felagið heitir tí á avvarandi myndugleikar um at vísa stórsinni og taka málið upp av nýggjum í samstarvi við foreldur og tey fakfólk, ið frammanundan hava neyðuga kunnleikan um bæði viðkomandi persón og hansara brek.

Jørmund Foldbo, formaður
Landsfelagið fyri fólk við autismu