Bára Johansen
Formaður í Felagnum MBD/DAMP í Føroyum
Vit í felagnum MBD/ DAMP í Føroyum eru ørkymlað av støðuni, ið nú hevur tikið seg upp viðvíkjandi umrøðu av okkara børnum í sambandi við stovnin fyri børn við atferðartrupulleikum.
Okkara neyðarróp er, at høgt mettir psykologar í høgum starvi eru farnir inn á øki, har teir hvørki hava nógv nógva vitan ella nóg hollar royndir. Teir koma við villleiðandi útsagnum og beinleiðis lygnum um viðgerð, ið skal eitast at vera í okkara landi.
Okkara áheitan á tykkum, avvarðandi myndugleikarar og politikarar, skal tí vera, at tit fáa greiði á, hvør hevur ábyrgdina av, at støðan er vorðin, sum hon er.
Støðan er tann, at okkara børn nú hava fingið eitt heldur løgið heiti. Nú eru tey børn og ung, ið hava atferðar- og tilknýtistrupulleikar. Tað verður eisini sagt, at tveir stovnar eru í landinum fyri okkara børn. Her koma okkara børn í viðgerð - verður sagt.
Hetta er rætt og slætt lygn!
Her er hvørki stovnur ella viðgerð. Og gott tað sama. Tí umrøðan og hugburðurin eru farin heilt av leið.
Hjá børnum og ungum við DAMP, ið alla tíðina "fara av leið", verða misskilt og útskeldað, er tað sera umráðandi at verða sædd, virðismett og viðurkend. Tey skulu vita, at foreldur og onnur skilja, at atferð teirra kemst ikki av tvørrandi vilja, men tvørrandi føri.
Eitt inntriv beinanvegin er umráðandi til tess at sleppa undan, at børnini eru óneyðugt við undirlutan í heilum. Arbeiðið má skipast eftir tí einstaka barninum.
Hetta er veruleikin, sum vit heita á tykkum um at royna at skilja. Og vit eru fús at hjálpa tykkum at skilja veruleikan.
Okkara ynski er, at vit fáa servitan til Føroya. Vit heita aftur á Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, um at fáa Christopher Gillberg, professa úr Göteborg hendavegin. Christopher Gillberg, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum, hevur boðið sær til í neyvum samstarvi við føroyingar at skipa fyri útbúgving av fakfólki, ið eru før fyri at diagnostisera og viðgera børn við ADHD/DAMP.