Eg vil við hesum reglum inniliga heita á Føroya Tele um at skipa soleiðis fyri, at vit íbúgvar í Árnafirði eisini kunnu nýta okkara GSM fartelefon óavmarkað.
Í løtuni kunnu vit ikki nýta GSM fartelefonina í okkara heimbygd, samstundis sum vit gjalda fastgjald fyri hesa tænastu, sum vit ikki kunnu brúka meir enn 70-80%. Eitt er tó vælskiljandi at ikki ber so væl til at røkka øllum kundunum í landinum samstundis, men vinarliga havi okkum í huga, tá tit gera næsta stig, tí sum støðan er í løtuni, so er hetta ógvuliga ótolandi, at man ikki kann nýta hesa telefon, haraftrat kann viðmerkjast at her er stórur aktivitetur innan fyri vinnulívið.