Áheitan á allar pensionistar til løgtingsvalið

Nú tað stundar til løgtingsvalið leygardagin 29. okt. 2011 er spurningurin hjá okkum veljarum, hvar seta vit krossin?

Sum vanligt verða nógv góð lyftir givin undan valinum, hóast nógv teirra eru órealistisk.
Vit pensionistar eiga at stuðla teimum, sum tosa okkara søk. Eftir míni metan er tað serliga eitt valevni, sum veruliga hevur sum sítt stóra hjartamál at stuðla okkum. Viðkomandi valevni hevur ikki bert upp undir valið, men hevur ótroyttiliga í áravís arbeitt miðvíst við at betra um korini hjá pensionistum, ikki minst við at fáa pensiónirnar upp á eitt sømiligt støði.
Eg vil tí staðiliga heita á allar pensionistar, um ikki at gloyma tað megnararbeiði, ið hetta valevni hevur gjørt fyri okkum pensionistar, men fara á val og seta krossin við Ingrid S. Henriksen (á lista C). Gott val.