Komandi fríggjakvøld verður landsfundur Javnaðarfloksins settur í skúla-auluni í Vetsmanna og heldur fram leygardagin.
Nú tvey val standa fyri durum, har serliga løgtingsvalið kann fáa alstóran týdning fyri framtíð okkara, fer flokkurin á landsfundinum at leggja fram uppksot til politiska innihaldið fyri komandi valskeiðið.
Tí er tað av stórum týdningi, at limir floksins møta fjølmentir og bera sína hugsanir fram.
Javnaðarflokkurin er tín flokkur, og tú hevur tín sjálvsagda rætt til at ávirka floksins politikk, og er landsfundurin besta høvið til at gera júst tína ávirkan galdandi.
Møtið tí fjølmentir. Tykkara áhugi er floksins styrki.









