Heita inniliga á Løgtingið um at bjarga Atlantsflogi

Politiski myndugleikin kann ikki hyggja at ímeðan Atlantsflog bløðir út, siga sambandsfólk

 

– Vit heita inniliga á politiska myndugleikan at taka ítøkilig stig til at tryggja, at Atlantsflog kann halda fram við sínum virksemi, eisini eftir at koronafarsóttin er liðug.

Soleiðis tekur Vága Sambandsfelag til í einum skrivi í kvøld til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, og til Føroya Løgting

Í Vága Sambandsfelag eru tey sera hugstoytt, nú hópuppsagnir verða framdar á tjóðarflogfelagi okkara, Atlantsflogi, eftir bert tríggja mánaða koronafarsótt.

Felagið mælir til, at politiski myndugleikin ikki bert hyggur at, ímeðan okkara tjóðarfelag bløðir út, men tryggjar, at felagið kann halda fram við virksemi sínum í óbroyttum líki eftir Koronakreppuna.

Tað er eisini neyðugt at førleikar og vitan í felagnum framhaldandi verður varðveitt, sigur Marjus Dam, sum er formaður í felagnum, og sum hevur skrivað undir áheitanina vegna felagið.

– Vit halda, at tað kann ikki góðtakast, at tað í bygt er upp í flogvinnuni eftir 30 árum, skal brótast niður eftir fáum vikum, sigur felagið.

Verður felagið tryggjað nú, verður tað til reiðar at fara ígongd, tá ið ferðavinnan tekur seg uppaftur.

– Vit meta, at tað er sera kappingaravlagandi, at Atlantsflog, uttan nakran almennan stuðul, skal kappast ímóti útlendskum feløgum, ið hava fingið milliardir í almennum stuðli, siga tey.

Tey heita eisini á politiska myndugleikan at leggja eina ítøkiliga ætlan um, hvussu landið skal lata uppaftur, so ferðavinnan betur kann leggja framtíðarætlanir.