Heita inniliga á býráðið um at sleppa ætlanini

Finsen er enn eina ferð komin í brennidepilin, nú tey lesandi, sum búgva har eru ørkymlað um ætlanina hjá býráðnum í Havn

– Vit heita inniliga á býráðið um at sleppa ætlanini.

 

Soleiðis ljóðar áheitanin frá teimum lesandi, sum búgva á Finsen, sum nú er gjørdur til lestrarbústaðir.

 

Ætlanin hevur alla tíðina verið at niðasta hæddin skuldi vera kaffistova fyri at bøta um trivnaðin, og tað halda tey lesandi er eitt frálíkt hugskot. Tí kemur tað teimum dátt við, at Tórshavnar býráð nú ætlar at taka niðastu hæddina til skúlastovur til skúlan á Fløtum, og har skulu børnini so vera til nýggi skúlin á Fløtum er liðugur.

 

– Endiliga komu lestraríbúðirnar, og sjálvandi skal eitt hugnaligt høli vera, har fólk kunnu hittast, eins og vanligt er á kollegium aðrastaðni. Ein kaffistova, har lesandi og onnur kunnu savnast, er sjálvsagt at hava í einum tílíkum býlingi, har tey lesandi búgva, siga tey lesandi, sum búgva á Finsen, og sum eru rættiliga ónøgd um ætlanina

 

Tey vísa á, at eitt endamál við at gera Finsen til lestrarbústaðir, var at fáa meiri lív í miðbýin. Og tey staðfesta, at tað hevur eydnast. Tí halda tey, at niðasta hæddin skal brúkast til meiri alment virksemi enn til skúlastovur. Skúlastovur standa tómar og stongdar, tá ið næmingar fara til hús á middegi eftir loknan skúladag og somuleiðis í vikuskiftum.

 

– Í einum býlingi sum Finsen har øll onnur hølið verða gagnnýtt til fulnar, fara skúlastovur, sum standa tómar helmingin av vikuni, ikki at elva til meiri lív í miðbýnum, sigu búfólkið á Finsen.

 

Tí halda tey, at besta loysnin er avgjørt at halda fast í upprunahugskotinum um at gera hølið á niðastu hædd til eina kaffistovu. Lesandi, lærlingar og ung sum heild í Føroyum mangla eitt stað, sum kann savna okkum øll – nevnliga eina lestrarkaffistovu. Ein lestrarkaffistova er sjálvsøgd at húsast júst í hesum høli, tí hon hevði styrkt felagslívið, lestrarumhvørið og skúlahugin hjá teimum lesandi, siga tey.

 

– Finsen er hitt fyrsta og størsta átak í Føroya søgu, tá tað snýr seg um lestraríbúðir, og er eitt veruligt stig til at kveikja lestrarumhvørvið í Føroyum. Eitt livandi og ríkt lestrarumhvørvi í høvuðsstaðnum er avgerðandi, skulu tey lesandi støðast.

 

– Tí er tað okkara inniliga áheitan á Tórshavnar Býráð ikki at fara víðari við ætlanini um at flyta Skúlan á Fløtum inn í niðastu hæddina í Finsen, siga tey lesandi í eini almennari áheitan á Tórshavnar Býráð.